Fíggjarlógin samtykt í nátt við stórum meiriluta

Fíggjarlógin samtykt í nátt við stórum meiriluta
Triðja viðgerð verður longu í dag
Løgtingið samtykti í nátt fíggjarlógina fyri 2019.
 
19.12.2018 - 07:13

Fíggjarlógin fyri 2019 varð samtykt í løgtinginum seint í gjárkvøldið við stórum meiriluta.

28 tingfólk atkvøddu fyri fíggjarlógini, fimm atkvøður vóru blankar og eingin atkvøddi ímóti.

Tey nógvu broytingaruppskotini hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini, 102 í tali, blivu samtykt, - tey flestu við stórum meiriluta.

Triðja viðgerð verður longu í dag, tí løgtingið samtykti at gera frávik frá tíðarfreistunum. 

Tingfundurin í dag er klokkan tíggju, og 13 mál eru á dagsskránni, onnur viðgerð ella triðja viðgerð.

Fíggjarlógin er seinast á dagsskránni í dag. 

Vanliga plaga at koma broytingaruppskot til triðju viðgerð av fíggjarlógini.

Tingfundurin á gjár varð drúgvur. Klokkan var farin nakrar minuttir yvir midnátt, tá fundurin endaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985