Etna er farin at goysa

Etna er farin at goysa
Eldgosið, Etna, í Sisilia er farið at goysa, og flogvøllurin í Catania er stongdur orsakað av øsku
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
25.12.2018 - 16:46

Nógv øska og flótandi gosbræðing koma úr eldgosinum, sum fór at goysa í gjár, 

Myndugleikarnir heittu á fólk, sum gingu fjallatúr jólaaftan um at fara omanaftur, men enn eru fólk ikki flutt burtur úr økinum, og heldur ongar fráboðanir eru enn um fólkaskaða.

Meira enn 100 smærri jarðskjálvtar hava verið í farnu viku, - harðasti skjálvtin var 4,3 í styrki.

Sambært eldgosa-miðstøðini, Volvanic Ash Advisory Center, er av á hesum sinni.

Etna er eitt av trimum virkmum eldgosum í Italia. Etna er 3.300 metrar høg, og er virknasta eldgos í Evropa. Síðani julimánaði hevur eldgosið verið serliga virkið, skrivar ap-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985