Aldrin so mong skotin í Svøríki sum í ár

Aldrin so mong skotin í Svøríki sum í ár
Svenska kringvarpið skrivar, at 44 fólk eru skotin í hel í ár, hóast strangari vápnalógir og átøk móti bandakriminaliteti
Stokkhólm
 
28.12.2018 - 10:01

Ongantíð fyrr eru so mong skotin í hel í Svøríki sum í ár.

Svenska kringvarpið skrivar, at 44 fólk eru skotin í hel í ár, hóast strangari vápnalógir og átøk móti bandakriminaliteti.

- Hetta minnir um okkurt slag av krígsstøðu, sigur Gunnar Appelgren, sum arbeiðir við bandavirksemi hjá løgregluni í Stokkhólmi. 

Hann sigur, at serligu átøkini hjá løgregluni í Stokkhólmi hava havt færri deyðiligar skottilburðir við sær har, men at samlaða talið í landinum er ræðandi stórt.

- Fyri at minka um tilburðirnar mugu vit samstarva við tollmyndugleikar og politivald í øðrum londum og á tann hátt minka um innflutningin av vápnum, sigur Gunnar Appelgren og nevnir onnur tiltøk, sum eisini mugu setast í verk í Svøríki, bæði hjá politinum og sosialu myndugleikunum, so færri børn og ung verða drigin upp í brotsmannavirksemi.

- Men eingin skjót loysn er, sigur Gunnar Appelgren frá løgregluni í Stokkhólmi við svenska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375