- Broyttu bara samskiftismannagongdir

- Broyttu bara samskiftismannagongdir
Rúni Joensen, aðalstjóri, sigur í svari til Akademikarafelagið, at talan var bara um broyting í samskiftismannagongdunum.
 
10.01.2019 - 10:35

- Akademikarafelagið kann leggja málið fyri Fasta Gerðarrættin, um felagið hevur aðra áskoðan.

Hetta skrivar Rúni Joensen, aðalstjóri í Samferðslumálaráðnum, í svari til Akademikarafelagið, sum í síðstu viku fanst hvassliga at, hvussu Samferðslumálaráðið og Heðin Mortensen, landsstýrismaður, uttan hoyring í samstarvsráðnum og uttan atlit at sáttmálanum broytti bygnaðin á Landsverki, eftir at ovasti stjórin varð koyrdur til hús.

Fór frá fýra deildum til tríggjar

Rúni Joensen, aðalstjóri vísir aftur, at broytingin var brot á sáttmálan, tí hon hevði ikki annað við sær, enn at tríggir deildarleiðarar fingu til uppgávu, vegna allan stovnin, at vísa til Samferðslumálaráðið.

Áðrenn broytingina vóru fýra deildir við deildarleiðarum, sum vístu til ovasta stjóran, og tað var so hann, sum vísti til Samferðslumálaráðið. 

Men tá Ewald Kjølbro varð koyrdur til hús, broytti Heðin Mortensen tær fýra deildirnar á Landsverki til tríggjar og gav teimum trimum deildarleiðarunum boð um at vísa beinleiðis til Samferðslumálaráðið.

Akademikarafelagið kærdi

Hetta fekk Akademikarafelagið í síðstu viku at kæra, tí fjarstøðan millum politiska myndugleikan og stovnin hvarv.

Ábyrgd, eftirlit, kærumyndugleiki og stovnsleiðsla var nú beinleiðis hjá landsstýrismanninum, umframt at eingin var hoyrdur, áðrenn broytingarnar vórðu gjørdar, segði felagið.

Slepti ætlanunum og setti fyribilsstjóra

Mánadagin bakkaði Heðin Mortensen, landsstýrismaður. Hann setti fyribilsstjóra á Landsverki, sum vísir til aðalráðið, og samstundis ógildaði hann bygnaðarbroytingarnar, sum hann hevði gjørt fyri jól.

Akademikarafelagið frøddist um tað, men Ole Jensen, formaður vildi framvegis hava samferðsluráðið at svara, um tey hildu seg hava havt rætt at gera, sum tey gjørdu.

Og Samferslumálaráðið metir seg hava havt rætt at taka tey stigini.

Broyttu bara samskiftismannagongdir í stutt tíðarskeið

Rúni Joensen, aðalstjóri, sigur í svarinum, at talan var bert um broyting í samskiftismannagongdunum, sum vóru í gildi nakrar dagar um høgtíðina, og at Akademikarafelagið kann leggja málið fyri Fasta Gerðarrættin, um felagið hevur aðra áskoðan.

- Samstarvsráðið verður sjálvandi tikið við, um og tá ið talan verður um umskipingar á stovninum, sigur aðalstjórin í skrivinum til Akademikarafelagið.

Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa viðmerking frá Ole Jensen, formanni í Akademikarafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981