Sleppa ikki av við avgrevstur í Klaksvík

Sleppa ikki av við avgrevstur í Klaksvík
Arbeitt verður við einari loysn, sum skal á býráðsfund 31.januar
Rennibreyt verður gjørd í Klaksvík, men í løtuni slepst ikki av við avgrevsturin.
 
15.01.2019 - 12:14

Arbeiðið upp á rennibreytina í Klaksvík er steðgað, tí ikki slepst av við avgrevstur í løtuni.

Grótbrotið á Bumshamri er fult, og nú verður arbeitt við einari aðrari loysn.

Umsitingin fyrireikar tað málið til nevndirnar at viðgera í næstu viku.

Málið skal fyri býráðsfundin í Klaksvík 31.januar.

Pengar eru ikki í fíggjarætlanin 2019 hjá Klaksvíkar kommunu til nýggja tyrving.

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini í býráðnum í Klaksvík, sigur, at á pappírinum skal rennibreytin verða liðug síðst í hesum árinum. 

Men sjálv væntar hon ikki, at hon verður liðug fyrr enn á sumri 2020, tí tað er best ikki at skunda sær við arbeiðinum.

At ikki slepst av við avgrevstur í Klaksvík í løtuni ávirkar eisini tey, sum ætla sær at byggja. Tey noyðast eisini at bíða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659