Meirilutastjórn skipað í Noregi

Meirilutastjórn skipað í Noregi
Kristiligi fólkaflokkurin er komin upp í stjórnina, sum hevur meiriluta í stórtinginum.
Erna Solberg, forsætisráðharri í Norra.
 
18.01.2019 - 09:48

Meirilutastjórn er skipað í Noregi.

Síðani seinasta stórtingsval hava Høgri, Famburðsflokkurin og Vinstri havt stjórnarvaldið, men nú er Kristiligi fólkaflokkurin eisini komin upp í stjórnina, sum hevur meiriluta í stórtinginum.

- Allir fýra flokkar hava góðkent samgonguskjalið. Hetta er ein søguligur dagur, segði Erna Solberg, forsætisráðharri, á tíðindafundi í gjárkvøldið.

Formaðurin í Kristiliga fólkaflokkinum, Knut Arild Hareide, hevur alla tíðina verið ímóti, at flokkurin skuldi fara upp í stjórnina hjá Ernu Solberg, forsætisráðharra, og í gjárkvøldið tók hann avleiðingarnar og legði frá sær.

Spurningurin, um farast skuldi upp í borgarligu stjórnina, hevur syndrað Kristiliga fólkaflokkin, og norska tíðindastovan, NTB, veit at siga, at 19 atkvøður vóru fyri og 17 ímóti, tá floksleiðslan atkvøddi um málið.

Hareide hevur serliga funnist at leiklutinum hjá Framburðsflokkinum í stjórnini. 

Hann hevur mælt til, at flokkurin í staðin skuldi skipað stjórn saman við Arbeiðaraflokkinum.

Hetta er fyrstu ferð síðani 1985, at borgarligu flokkarnir í Noregi hava skipað meirilutastjórn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262