Heiðursgáva landsins latin Astrid Andreasen

Heiðursgáva landsins latin Astrid Andreasen
Astrid Andreasen fær Heiðursgávu landsins fyri sítt stóra íkast til at skjalprógva føroyska mentanar- og náttúruarvin gjøgnum vísindaliga tekning
Mynd: Rólant Lenvig av Reyni  
 
23.01.2019 - 19:42

Mentanarvirðislønir landsins fyri árið 2018 vórðu í kvøld handaðar á stórum, almennum tiltaki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Til handanina verða tríggjar virðislønir latnar. Tær eru Virðisløn til ungt listafólk, sum varð latin Búa Rouch, dansara, Mentanarvirðisløn landsins, og Heiðursgáva landsins.

Listakvinnan, Astrid Andreasen, fær Heiðursgávu landsins fyri sítt ómetaliga stóra íkast til at skjalprógva føroyska mentanar- og náttúruarvin gjøgnum vísindaliga tekning.

Heiðursgávan verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Umframt heiðurin fær Astrid Andreasen eisini 75.000 krónur. 

Fjøltáttað listakvinna av tilvild 

Astrid Andreasen er ein fjøltáttað listakvinna. Hon er útbúgvin broderingarlærari, hon hevur teknað frímerkir, og sum vísindaligur teknari hevur hon teknað nærum alt, sum livir og grør í føroysku náttúruni.

Hóast hon var dóttir ein skúlalærara, treivst Astrid als ikki í skúlanum. Eftir ætlan skuldi Astrid á vevskúla í Danmark, men hon endaði við at fara á broderingarskúla.

Í samrøðu við Sissal Kampmann greiddi Astrid frá lívsleið síni, har tilvildin ráddi. Tú kanst hoyra sendingina "Alt av tilvild" her

Í august í fjør fylti listakvinnan 70 ár. Astrid Andreasen hevði ætlað at verið burturstødd á degnum, men so varð ikki. 

Tí í Mullers Pakkhúsi lat stór listaframsýning upp til heiðurs fyri tí fjøltáttaðu listakvinnuna. Dagur og Vika vitjaði listakvinnuna, sum greiddi eitt sindur frá listuni, ið hevur myndað lív hennara: 

20180803_ASTRID_VERDUR_HEIDRAD

Stórt ískoyti til føroyska mentanararvin

Í grundgevingini fyri at lata Astrid Andreasen heiðursgávuna, varð sagt, at Astrid Andreasen hevur í meira enn 20 ár virkað sum vísindaligur teknari. Hon hevur lært seg hetta yrkið á Jerlesborgskúlanum í Svøríki. Frá hennara hond liggur hópin av tekningum til gagns fyri gransking og miðling av náttúru- og mentanararvi okkara.

Astrid Andreasen hevur stóran part av sínum arbeiðslívi starvast innan lívfrøði og hevur teknað nærum alt, ið livir og grør í føroysku náttúruni. Fiskar, fuglar, seyðir, hvalir, skordýr, flogkykt, blómur og tari hava bergtikið hana, og hon hevur teknað og skrásett lívfrøðiliga fjølbroytnið við ómetaligari virðing og nágreining. Avrikini hjá Astrid Andreasen hava sett síni spor víða hvar í landinum.

Hon hevur í øllum sínum vísindaliga virki á áhugaverdan og estetiskan hátt ført tað listarliga huglagið inn í skrásetingina, og samstundis hevur skrásetingin givið íblástur til hennara frálíka listarliga virksemi.

Áður heiðrað lista- og mentafólk

Tey, ið áður hava fingið virðislønir handaðar, eru:

 Árstal 

 Mentanarvirðisløn 

             Heiðursløn         Ungt listafólk
2017 Barbara í Gongini Frits Johannesen Konni Kass
2016 Rúni Brattaberg Steinprent Anna Malan Jógvansdóttir
2015 Annika Hoydal Palli Gregoriussen Andrias Høgenni
2014 Torbjørn Olsen Tey av Kamarinum Mattias Kapnas
2013 Tróndur Patursson Árni Dahl Trygvi Danielsen
2012 Tóroddur Poulsen Marianne Clausen Silja Strøm
2011 Jóanes Nielsen Kristian Blak Sakaris Stórá
2010 Sunleif Rasmussen Jonhard Mikkelsen -
2009 Kári P. Laura Joensen -
2008 Ebba Hentze Martin Tórgarð -
2007 - eingin virðisløn latin - eingin virðisløn latin -
2006 Zacharias Heinesen Jógvan Isaksen -
2005 Tita Vinther Emil Jull Thomsen -
2004 - eingin virðisløn latin - eingin virðisløn latin -
2003 Hanus Kamban Ólavur Hátun -
2002 Gunnar Hoydal Axel Tórgarð -
2001 Eyðun Johannesen Fuglafjarðar Sjónleikarafelag -
2000 Ingálvur av Reyni - -
1999 Jens Pauli Heinesen - -
1998 Regin Dahl - -

Harumframt eru tríggjar øðrvísi virðislønir latnar. 

Í 2010 fekk Jóhan Hendrik Winther Poulsen Málrøktarvirðisløn Landsins.

Og í 2001 og í 2006 vórðu serstakar virðislønir latnar til ávikavist Ebbu Hentze og Jón Hilmar Magnússon.  

Ársins dómsnevnd

Ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum hevur valt út tey, sum í ár hava fingið virðislønir.

Í dómsnevndini sita Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Alda Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982