Leingja lógina um mvg-frítøku fyri at byggja leigubústaðir

Leingja lógina um mvg-frítøku fyri at byggja leigubústaðir
Síðani 2020 eru slakar 200 mió. kr. endurgoldnar í meirvirðisgjaldi til teirra, sum byggja ella umbyggja leigubústaðir
Matrikulnummarið, har leigubústaðirnir vera bygdir ella umbygdir, skal ikki fáa rentustuðul. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.12.2025 - 08:14

Tey, sum byggja ella umbyggja leigubústaðir, fáa meirvirðisgjaldið aftur.

Og tað skulu tey fáa líka til 1. januar 2031.

Lógin, sum nú er, er galdandi hetta árið út.

Men nú er Fíggjarmálaráðið komið í løgtingið við uppskoti um at leingja lógina fimm ár. Sagt verður, at landsstýrið arbeiðir við einum bústaðarpakka.

Í honum verður skipanin at endurrinda meirvirðisgjald, tá leigubústaðir vera bygdir, væntandi endurskoðað. Treytirnar eru óbroyttar.

 

Í minsta lagi tveir leigubústaðir

Byggjast skal fyri meira enn 200.000 kr., tá meirvirðisgjaldið ikki er talt við. Í minsta lagi tveir leigubústaðir skulu bygggjast.

10 prosent, tó minst ein bústaður, skal vera til fólk í koyristóli.

Og matrikulnummarið, har leigubústaðirnir vera bygdir ella umbygdir, skal ikki fáa rentustuðul.

Síðani 2020 eru slakar 200 mió. kr. endurgoldnar í meirvirðisgjaldi til teirra, sum byggja ella umbyggja leigubústaðir. 

Les uppskotið her.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086