Lógaruppskot um arbeiðsmarknað skotið niður

Lógaruppskot um arbeiðsmarknað skotið niður
Uppskotið hjá landsstýrinum um lóg, sum bannar mismuni og tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum, fær av at vita frá Føroya arbeiðsgevarafelag
Samferðslumálaráðið fær av grovfílini úr Vinnuhúsinum.
 
29.01.2019 - 07:48

Uppskotið hjá landsstýrinum um eina lóg, sum bannar mismuni og tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum, fær av at vita frá Føroya arbeiðsgevarafelag.

Lógaruppskotið er, sambært felagnum, undir alt lágmark.

Felagið mælir staðiliga frá at leggja lógaruppskot um hesi viðurskifti fyri tingið, uttan at tað er nógv betur gjøgnumarbeitt enn uppskotið, sum varð sent til hoyringar.

Uppskotið skal vera í samsvari við føroyskar arbeiðsmarknaðarreglur. Tað er uppskotið hjá landsstýrinum ikki, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Upprunaliga átti uttanflokkatingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir, uppskotið. 

Men tað fall í løgtinginum. 

Síðani hevur landsstýrið tikið málið til sín og ætlar at leggja tað fram aftur.

Stutt hoyringarfreist

Hoyringarfreistin var til fríggjadagin. Hon var bara ein vika.

Tað er vanliga trupult at koma við einum gjølla orðaðum hoyringarsvari við so stuttari freist, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Tá so talan er um eitt lógaruppskot, sum er so umfatandi og við so nógvum ivamálum, er at kalla ógjørligt at koma við einum nøktandi hoyringarsvari, sigur felagið.

Føroya arbeiðsgevarafelag leggur tó dent á, at tað er ikki ímóti eini lóg, sum bannar mismuni og tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

Felagið er framvegis sinnað at vera við í fylgibólkinum, sum skal gera eitt væl orðað og samanhangandi lógaruppskot.

Fylgibólkurin, sum varð settur at gera uppskotið, hevur bara havt ein fund. 

Eftir hetta hoyrdist einki fyrrenn nú, lógaruppskotið við miklum skundi skal leggjast fyri løgtingið, sigur arbeiðsgevarafelagið.

Klagunevnd ørkymlar

Arbeiðsgevarafelagið er eisini ørkymlað av ásetingini um klagunevnd í lógaruppskotinum hjá Samferðslumálaráðnum um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

Ein klagunevnd við trimum løgfrøðingum skal sambært uppskotinum stovnast til at viðgera klagur um ásetingar í lógini.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at klagunevndin hevur týðiliga íblástur frá danska Ligebehandlingsnævnet. 

Tankin er ivaleyst góður, men her eru nógvir leysir endar í mun til aðra føroyska lóggávu og kærumøguleikar, sigur Arbeiðsgevarafelagið. 

Hvussu er markamótið við eitt nú Javnstøðunevndina, við Fasta gerðarrættin og við sáttmálanevndina fyri Yrkisútbúgvingar, spyr arbeiðsgevarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262