Veðurlagsósemja í ST

Veðurlagsósemja í ST
Semja er ikki millum limalondini í ST-trygdarráðnum um eina felags støðu til veðurlagsbroytingarnar
 
29.01.2019 - 09:14

USA og Russland eru ímóti, at trygdarráðið skal hava eini felags boð um veðurlagsbroytingarnar.

ST-aðalskrivarin, António Guterres, kravdi á búskaparfundinum í Davos í farnu viku, at heimsins lond gera meira til tess at verja heimin fyri veðurlagsbroytingunum. 

Hann segði, at veðurlagsbroytingarnar eru størsta hóttanin ímóti heimsbúskapinum.

Russiski sendiharrin, Vassilij Nebenzia, boðaði alt fyri eitt frá, at Russland er ímóti at umrøða veðurlagsmál í trygdarráðnum, tí verðurlagsmál eru ikki hóttan ímóti heimsfriðinum og trygdini í heiminum.

Umboð fyri 80 lond tóku orðið á fundinum í trygdarráðnum, og øll uttan USA søgdu, at veðurlagsbroytingar henda.

Virkandi amerikanski ST-sendiharrin, Jonathan Cohen, nevndi als ikki veðurlagsbroytingarnar.

Hóast russiski ST-sendiharrin segði, at veðurlagsbroytingarnar eru ein veruleiki, so metti hann, at veðurlagsbroytingarnar eiga at umrøðast aðrastaðni enn í trygdarráðnum.

Amerikanski ST-sendiharrin tosaði um náttúruvanlukkur og ódnir, men nevndi ikki veðurlagsbroytingarnar.

Uttanríkisráðharrin á Maldivunum, Abdullah Shahid, tosaði um stóru avbjóðingarnar av veðurlagsbroytingunum, og hvørja ávirkan tær kunnu hava á heimsfriðin. 

Hann segði bart út, at eingin størri hóttan er enn veðurlagsbroytingarnar, sum í stóran mun hótta Maldivurnar sum land.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166