Keldan ætlar at gera vatn til orku

Keldan ætlar at gera vatn til orku
Keldan í Skálafirði søkir um loyvi at taka vatn úr Svínagjógv, Garðará og Øksnagjógv
Keldan ætlar gera vatnorku.
 
01.02.2019 - 07:23

Samkoman Keldan í Skálafirði hevur fingið loyvi frá Runavíkar kommunu at brúka vatn til streymframleiðslu.

Býráðið í Runavík samtykti í gjárkvøldið eina umsókn frá Kelduni. Samkoman søkti um loyvi til at taka vatn til at gera orku.

Keldan søkti um loyvi at taka vatn úr Svína-gjógv, Garðar-á og Øksna-gjógv.

Tekniska deild hjá kommununi sigur, at Keldan kann brúka Garðará og Øksnagjógv, um loyvi fæst frá Umhvørvisstovuni.

Drekkivatn

Orsøkin er, at Svínagjógv og upplandið suður til Garðará bara er ætlað til drekkivatn.

Runavíkar kommuna brúkar Svínagjógv til drekkivatn til Skálafjørðin. Men vatngoymslan har er nakað lítil og skal útbyggjast til tvífalda stødd.

Tekniska nevnd hjá Runavíkar býráði tekur undir við tilmælinum frá Teknisku deild um at geva Kelduni loyvi til at brúka Garðará og Øksnagjógv, um loyvi fæst frá Umhvørvisstovuni.

Tað samtykti býráðið í gjárkvøldið.

Keldan vil ikki enn gera nakra viðmerking um ætlanina at gera orku úr vatni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328