Fimm stilla upp til nevndarsessirnar

Fimm stilla upp til nevndarsessirnar
Tvær kvinnur og tríggir menn bjóða seg fram at gera fakfelagsarbeiðið hjá Starvsmannafelagnum
 
03.02.2019 - 12:55

Tá freistin at bjóða seg fram sum nevndarlim í Starsmannafelagnum var úti á midnátt fríggjakvøldið, høvdu fimm boðað frá, at tey stilla upp til teir báðar nevndarsessirnar, sum standa fyri vali. 

Talan er um tvær kvinnur og tríggjar menn. 

Tey fimm valevnini, sum bjóða seg fram, eru í bókstavarøð: 

Hilmar Augustinussen, Gjaldstovan
Jóngerð Simonsen, Akstovan
Noomi Káradóttir Rasmussen, Sunda kommuna
Rúni Lisberg, Strandfaraskip Landsins
Svend Erik Saxov, Landssjúkrahúsið

Hilmar Augustinussen og Jóngerð Simonsen sita í dag í nevndini hjá Starvsmannafelagnum.

Nevndarlimirnir verða valdir fyri trý ár í senn. Aðalfundurin hjá Starvsmannafelagnum verður í Smæruni 9. mars 2019.

Eins og tvær tær undanfarnu ferðinar skipar Starvsmannafelagið aftur hesaferð fyri talgildum undanvali til nevndarvalið. Hetta er eitt høvi hjá limum felagsins, ið ikki koma á aðalfundin, at greiða atkvøðu.

Undanvalið byrjar leygardagin 16. februar og til ber at velja til fríggjadagin 8. mars kl 15. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558