Kunngerðin um trygg dátulond skal broytast

Kunngerðin um trygg dátulond skal broytast
Kunngerðin um at flyta persónsupplýsingar av landinum uttan loyvi frá Dátueftirlitinum má endurskoðast, sigur Dátueftirlitið
Brexit ger, at føroyska kungerðin um persónsupplýsingar má broytast.
 
12.02.2019 - 11:59

Kunngerðin um at flyta persónsupplýsingar av landinum uttan loyvi frá Dátueftirlitinum má endurskoðast, sigur Dátueftirlitið.

Tað má hon, tí Stórabretland fer úr ES tann 29.mars.

Landsstýrið hevur broytt kungerðina og sent uppskotið til hoyringar. 

Persónsupplýsingar kunnu við fráboðan til Dátueftirlitið, men uttan loyvi haðani, flytast til útlond, sum eru góðkend sum trygg útlond. 

Fyritøkur í Føroyum hava avtalur við fyritøkur í Stórabretlandi um at viðgera persónsupplýsingar. 

Landsstýrið sigur, at tað kann hava fíggjarligar avleiðingar fyri fyritøkur í Føroyum og Stora Bretlandi, verður kunngerðin ikki broytt. 

Sambært uppritinum um broytingina, vendu bretskir myndugleikar sær til føroysku sendistovuna í London við fyrispurningi um at góðkenna Stórabretland sum trygt útland og harvið tryggja, at persónsupplýsingar framvegis kunnu streyma millum Føroyar og Stórabretland.

Dátueftirlitið mælir eisini til, at nýggja kunngerðin umframt Sameinda kongsríkið, sum er Stórabretland, og Gibraltar skal umfata Andorra, Kanada, Ísrael, Jersey, Nýsæland og Uruguay, tí tey eru mett at vera trygg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360