Fyrireika torførar samráðingar

Fyrireika torførar samráðingar
Í dag klokkan eitt fara Reiðarafelagið og tey trý manningarfeløgini á fyrsta, fyrireikandi fundin um komandi sáttmálasamráðingar
Fyrsti fundur um samráðingarnar millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið er í dag.
 
13.02.2019 - 12:53

Í dag klokkan eitt fara Reiðarafelagið og tey trý manningarfeløgini á fyrsta, fyrireikandi fundin um komandi sáttmálasamráðingar.

Sáttmálarnir millum Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið eru sagdir upp og fara úr gildi 1.apríl.

Sáttmálarnir eru frá 2015, men teir eru longdir so hvørt, sum teir eru farnir úr gildi.

Men nú hava manningarfeløgini sagt upp sáttmálarnar.

Viðurskiftini hjá fiskimonnum eru nógv broytt, síðani lógin um sjófeingi kom í gildi á nýggjárinum í fjør.

Trætan um uppboðssølugjaldið

Harafturat er málið um uppboðssølugjaldið enn í Fasta gerðarættinum. 

Trætan er, um gjøldini, sum reiðarar rinda, tá teir keypa kvotur á uppboðssølu, er loyvdur frádráttur, - tað vil siga um fiskimenn skulu rinda part av hesum gjøldum. Tað halda reiðarar.

Fasti Gerðarætturin fekk kæruritið hálvan juli í fjør, men málið er enn ikki avgreitt, og verður tað neyvan fyri 1.april.

Tí kann gerast neyðugt at bíða við hesum partinum í sáttmálunum, sum skulu gerast í vár.

Manningarfeløgini hava ikki enn lagt sáttmálakrøv síni fyri Reiðarafelagið.

Feløgini hava nøkur felagskrøv, men annars hevur hvørt felagið síni krøv. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392