Leita aftur tá veðrið batnar

Leita aftur tá veðrið batnar
So skjótt veðrið verður frægari og líkindini batna, verður leitingin eftir ferðamanninum, sum hvarv í Fugloy í januar, tikin uppaftur
Leitingin eftir einum 29 ára gamla ferðamanni úr Eysturríki, sum hvarv í Fugloy, steðgaði fyribils 15. januar
 
17.02.2019 - 17:43

Tað hevur enn hevur ikki viðrað at taka leitingina eftir einum ferðamanni, sum hvarv í Fugloy 11. januar, uppaftur. So skjótt veðrið verður frægari og líkindini batna, verður leitingin tikin uppaftur, upplýsir løgreglan.

Leitingin eftir einum 29 ára gamla ferðamanni úr Eysturríki, sum hvarv í oynni, steðgaði fyribils 15. januar, og síðani tá hevur heldur ikki viðrað at gera meira við leitingina, sum higartil ikki hevur givið úrslit.

Framvegis ringar umstøður at leita

- Leitingin eftir horvna manninum er ikki steðgað enn. Eingin møguleiki hevur verið at leita síðani tá vegna veður, sigur løgreglan.

Staðkend fólk, løgregla við hundum, bjargingartyrla og bátar leitaðu í døgunum frá 11. til 15 januar eftir horvna ferðamanninum, men leitingin steðgaði tá uttan úrslit.

Ringar umstøður eru framvegis at leita í fjøllunum hjá fólki til gongu, men so skjótt veðrið batnar, verður eisini leitað á teimum støðunum, har tað higartil ikki hevur borið til at leita eftir horvna manninum, sigur løgreglan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444