Meira inn enn út

Meira inn enn út
Innflutningurin vaks og útflutningurin minkaði í fjør
Laksur minkaði i útflutninginum í fjør. Fimm prosent færri tons og 14 prosent færri krónur enn í 2017.
 
21.02.2019 - 07:31

Innflutningurin vaks og útflutningurin minkaði.

Hagstovan hevur kunngjørt tølini fyri handilin við útheimin í fjør og samanborið tey við tølini í 2017.

Innflutt varð fyri sjey milliardir og 725 milliónir krónur í fjør. Samanborin við 2017 er vøksturin seks prosent, hann er 467 mió. kr. størri.

Størsti vøksturin, 35 prosent, er brennievni, oljan er dýrkað.

Men útflutningurin minkaði. 

Hann var átta milliardir og 30 milliónir í fjør, níggju prosent og 784 mió kr. minni enn í 2017.

Størsta minkingin er uppsjóvarfiskur, 28 prosent í virði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360