Ikki sama uppskot í tingið sum til hoyringar

Ikki sama uppskot í tingið sum til hoyringar
Tað er ikki sama uppskot um at broyta fólkaskúlalógina, sum fer í tingið sum tað, sum fór hoyringar
Fólkaskúlalógin skal broyast, ætlar landsstýrið.
 
28.02.2019 - 13:00

Tað er ikki sama uppskot um at broyta fólkaskúlalógina, sum Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúlamálum, hevur latið løgtinginum, sum tað uppskot, sum Rigmor Dam, sum tá var landsstýriskvinna, sendi til hoyringar beint fyri jól í fjør.

Hanna Jensen sigur, at lógaruppskotið er tillagað eftir, at hoyringarsvarini komu.

Okkurt er broytt í lógaruppskotinum, men hon vildi ikki siga fyrrapartin, hvat er broytt.

Lógaruppskotið skuldi á landsstýrisfund til góðkenningar fyrrapartin.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006