Eftirlønin verður goldin beinan vegin

Eftirlønin verður goldin beinan vegin
Tað er ein fyrimunur fyri landið at fara til nýggja eftirlønarskipan fyri tingfólk, heldur løgtingsformaðurin
 
02.03.2019 - 14:50

Fyrimunurin fyri landið at fara yvir til eina nýggja eftirlønarskipan fyri tingfólk er, at upphæddirnar fyri eftirløn verða goldnar beinan vegin á fíggjarlógini fyri einstaka árið.

Eftir galdandi skipan, verður einki goldið beinan vegin, men ein vaksandi eftirlønarskylda liggur og bíðar, sum kemur til útgjaldingar eina ferð í framtíðini.

Tað stendur í viðmerkingunum til uppskotið frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsformanni, um samsýning og eftirløn hjá løgtingsfólki.

276 mió.kr.

Sambært uppskotinum verður farið frá verandi skipan um tænastumannapensjón, til eina skipan, har landið rindar upp í 15 prosent av lønarsamsýningini í eina góðkenda eftirlønarskipan.

Ilt er at meta, hvussu nógv landið sparir við nýggju skipanini, men sambært landsroknskapinum fyri 2017, var skyldan há landinum eftir galdandi eftirlønarskipan fyri tingfólk 276 milliónir kr., stendur í viðmerkingunum.

Skyldan var 188 milliónir við árslok í 2012.

Upphæddirnar vísa eisini, hvussu nógv tað hevði kostað landinum at keypa seg leyst frá teimum eftirlønarskyldum, sum landið hevur mótvegis tingfólkum í løtuni. 

Eftirlønarskipanin fyri tingfólk kom í gildi í 1993. Verandi skipan er frá 1998.

Kostnaðarískoytið tikið av

Sambært uppskotinum verður kostnaðarískoytið upp á 2.000 krónur tikið av, og mett verður, at landið sparir einar 800.000 kr. um árið.

Í staðin útvegar løgtingið tingfólki arbeiðsteldur og rindar fyri fartelefonhald. 

Tað verður mett at kosta væl minni enn 800.000 krónur, stendur í viðmerkingunum til uppskotið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970