Kannar framvegis Jodel og Glasir

Kannar framvegis Jodel og Glasir
Kanningardeildin hjá løgregluni kannar enn málið um boðini á samskiftismiðlinum Jodel til næmingar á Glasi síðst í januar
Jodel er ein samskiftismiðil, sum til ber at brúka dulnevnt
 
06.03.2019 - 11:38

Tann, sum sendi boðini, boðaði sjálvur frá, eftir at rektarin á Glasi hevði meldað tilburðin. Næmingar fingu boð um ikki at fara í skúla. 

Boðini vórðu tikin í álvara, tí hetta eru somu boðini, sum verða brúkt í USA, tá fólk skjóta frá hond og drepa fólk í skúlum har.

Politiið tók síðani tríggjar 18 ára gamlar menn, næmingar á Glasi, og avhoyrdi teir. Teir vórðu síðani latnir leysir. Ein teirra er skuldsettur.

Dulnevnd boð

Boðini á Jodel, sum vóru dulnevnd, er fyrsta málið av sínum slagi í Føroyum. Í Danmark vóru í fjør 18 mál, har politiið var í skúlum í sambandi við møguligar hóttanir. 

Tað vísir ein samanteljing, sum P1 Dokumentar hjá Danmarks Radio hevur gjørt. Í flestu førum eru ungdómar handtiknir, ungdómar heilt niður í 15 ára aldur.

Og í nøkrum førum eru tey eisini dømd í rættinum. Í øðrum førum er talan um frídømingar, tí rætturin metti, at talan var um skemt, vánaligt skemt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751