Lógarbroyting um yvirtøku eisini í fólkatinginum

Lógarbroyting um yvirtøku eisini í fólkatinginum
Ætlanin um at lata føroyingum ein part av útlendingalógini er nú eisini komin í fólkatingið
 
13.03.2019 - 12:04

Føroyanevndin hevur fingið til kunningar eitt uppskot um at broyta útlendingalógina. Ríkislógartilmælið hevði fyrstu viðgerð í løgtinginum fríggjadagin og er nú í Uttanlandsnevndini.

Uppskotið er eisini til hoyringar hjá stívliga 40 pørtum í Danmark, tó landsstýrið fingið uppskotið til hoyringar eisini.

Hendan hoyringarfreistin er til 5. apríl. Frammanundan hevur lógaruppskotið verið til hoyringar í Føroyum.

Seinastu árini hevur landsstýrið saman við donsku stjórnini arbeitt við at fyrireika avgerðargrundarlagið undir at yvirtaka útlendingaøkið og marknaeftirlitið. 

Gjørt semju við donsku stjórnina

Ætlan er løgd fyri yvirtøkuarbeiðið, og fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis, sigur Landsstýrið. Men ivamál um skyldurnar hjá Danmark í Schengensamstarvinum hava tarnað málinum.

Tí hevur landsstýrið nú gjørt semju við donsku stjórnina um at flyta heimildirnar at taka avgerðir til føroyskar myndugleikar í teimum málum, sum hava størst týdning fyri útlendingar í Føroyum.

Men framvegis verður arbeitt við at fyrireika fullfíggjaðu yvirtøkuna. Umframt at flyta umsitingarheimildirnar í ávísum útlendingamálum til Føroya, er semja um, at tíðaróavmarkað uppihald í Føroyum í framtíðini er treytað.

Treytin er, at útlendingurin hevur eitt málsligt tilknýti til Føroyar, ella eitt tilknýti, sum á annan hátt er viðkomandi fyri integratiónina í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162