Nýggjur landsliðsvenjari í tennis

bannari
Nýggjur landsliðsvenjari í tennis
Pablo Merin er settur sum lið- og landsliðsvenjari i tennis
Frá vinstru: Julian J. Johansen, formaður í Havnar Tennisfelag, Pablo Merin, klub- og landsliðsvenjari, Stefan í Skorini, formaður í Tennissambandi Føroya
 
20.03.2019 - 07:37

Havnar Tennisfelag og Tennissamband Føroya hava í felag skrivað sáttmála við Pablo Merin fyri alt 2019. Tað merkir, at Pablo Merin kemur bæði at vera liðvenjari og landsliðsvenjari.
Tað boðar Tennissambandið frá á Facebook. 

Argentini

Pablo Merin, ið er ættaður úr Argentina, kemur at standa fyri regluligum venjingum fyri bæði børnum og eldri á vallunum í Gundadali. Fyrsta venjingin verður fyrst í apríl.

Oyggjaleikir

Oyggjaleikirnir á Gibraltar standa fyri framman. Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og landsliðið verður úttikið í næstum.
Tennis hevur ongantíð verið millum størstu ítróttargreinarnar í Føroyum og umstøðurnar at spæla tennis hava ongantíð verið serliga góðar. Ætlanir eru nú sambært Tennissambandinum, at skifta undirlagið á vallunum í Gundadali út við grasslíki, ið hóskar seg betur til veðurlagið her heima. Ljósmastrar skulu setast upp, so spælast kann longur út á árið. Og eisini er ætlanin at byggja eitt felagshús, sum m.a. vil gera tað høgligari at spæla tennis og styrkja um felagskapin, sigur sambandið í fráboðan á facebook. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541