Alt ov leingi at bíða eftir skjølum um sjúklingar

Alt ov leingi at bíða eftir skjølum um sjúklingar
Tað tekur í summum førum alt ov langa tíð at fáa skjøl frá Psykiatriska deplinum um sjúklingar, sigur Kærustovnurin
Psykiatriski depilin í Havn.
 
26.03.2019 - 12:00

Tað tekur í summum førum alt ov langa tíð at fáa skjøl frá Psykiatriska deplinum um sjúklingar.

Tað kann ikki góðtakast, at óviðgjørdar kærur liggja og bíða meira enn ein mánað á Psykiatriska deplinum, áðrenn tær verða sendar Kærustovninum aftur. 

Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá Kærustovninum fyri 2018.

Psykiatriska sjúklinga-kærunevndin sigur, at í seks av teimum 16 málunum, sum nevndin viðgjørdi í fjør, tók tað Psykiatriska deplinum millum 21 og 57 dagar at fáa sent neyðugu skjølini til Kærustovnin.

Psykiatriska sjúklingakærunevndin hevur kærur um nógv ymisk tvingsilsinntriv.

Frælsistøka

Í teimum 16 kærunum í fjør varð kært um 22 tvingsilsinntriv, so sum at spenna fólk føst og at leggja fólk inn við tvingsli.

Hesi mál hava skund, tí talan er um frælsistøku. 

Avgerð skal takast innan 14 dagar, í onkrum førum sjey dagar eftir, at nevndin hevur fingið kæruna.

So millum 21 og 57 dagar eru alt ov long tíð, sigur Kærustovnurin.

Í fjør vóru 85 tvingsils-fyriskipanir í Psykiatriska deplinum. Tær vóru 57 í 2017. 

11 kærunevndir er í Kærustovninum.

Kærustovnurin fekk 326 nýggj mál í 2018 og avgreiddi 447 mál.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532