Knívstungur í London

Knívstungur í London
Løgreglan í London leitar eftir einum manni, sum er undir illgruna fyri at hava stungið fýra tilvildarlig offur í býnum síðani í gjárkvøldið
 
31.03.2019 - 14:55

Øll ofrini eru álopin aftaní frá. Ein maður er handtikin, men ikki er greitt, um talan er um gerningsmannin. Ein kvinna, sum varð stungin um 7-tíðina í gjárkvøldið, liggur framvegis á sjúkrahúsi. 

Ein 23 ára gamal maður varð eisini stungin, men slapp frá hendingini við snuddum. Og um 4-tíðina í nátt varð ein annar maður stungin, og hann er í lívsvanda.

Fyrrapartin í dag varð ein maður stungin, og hann fekk eisini álvarsligan skaða. Øll ofrini vóru einsamøll, tá maðurin leyp á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454