Føroyar lut í danska formansskapinum

Føroyar lut í danska formansskapinum
Føroyar skulu hava lut í danska formansskapinum fyri Norðurlendska Ráðharraráðið. Tað kom fram á ríkisfundinum í gjár
 
12.04.2019 - 07:52

Føroyar skulu komandi ár hava ein stóran lut í danska formansskapinum fyri Norðurlendska Ráðharraráðið. Tað sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.

Á ríkisfundinum í Ilulissat í gjárkvøldið umrøddu Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, leiklutin hjá Føroyum, sigur Løgmansskrivstovan.

Føroyar ábyrgd av orkuverkætlan

Tað er longu greitt, at Føroyar skulu hava ábyrgdina av grønu orkuverkætlanini ”Fra vision til virkelighed - fremtidige energiløsninger for ø-samfund”, í danska formanskapinum.

Í dag eru løgmaður, landsstýrisformaðurin og forsætisráðharrin í grønlendsku bygdini Saqqaq á Nuussuaq-nesinum. Bygdin er millum tey 18 støðini, sum eru í vanda fyri omanlopum og flóðaldum haðani.

Danska stjórnin og landsstýrið í Grønlandi eru samd um at søkja um fígging í ár til samstarv í nógv ár um kanna meira vandan fyri omanlopum í Grønlandi. Ríkisfundur var í Ilulissat í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904