Fjølrit fer aftur at gjalda viðurlag

Fjølrit fer aftur at gjalda viðurlag
Eftir at virksemið hevur ligið stilt í fleiri ár, fer Fjølrit nú aftur at gjalda viðurlag til limir sínar
 
20.04.2019 - 16:00

Fjølrit fer nú undir at gjalda viðurlag til limirnar fyri fyrstu ferð í seks ár.

Virksemið hjá Fjølrit hevur ligið stilt í fleiri ár, tí leisturin fyri útgjald skuldi umskipast, soleiðis at tey, sum eiga rættindi til verkini, fá viðurlag, tá tað verður brúkt, heldur enn at gjalda peningin út í stuðli til verkætlanir.

Nýggjar avtalur gjørdar

Í tí sambandi eru nýggjar avtalur millum annað gjørdar við land og kommunur um nýtsluna av tilfari til undirvísing.

Fjølrit umboðar millum annað verk, sum greinir, yrkistekstir, fagurtekstir, týðingar, yrkingar og sangtekstir, nótar, myndlist og fotomyndir.

Fjølrit heitir á allar rættindahavarar um at skráseta seg á heimasíðuni hjá teimum, so tey kunnu fáa viðurlag útgoldið. Á heimasíðuni hjá Fjølrit ber eisini til at síggja, nær tú verður mettur at vera rættindahavari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310