- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirgangsatsókn á Sri Lanka
Talan var um seks bumbuatsóknir, sum raktu tríggjar katólskar kirkjur og trý hotell. Bumburnar brustu undir páskagudstænastunum har nógv fólk vóru komin saman. Býirnir, sum eru raktir, eru høvuðsstaðurin Colombo, Negombo og Batticaloa.
Millum tey, sum hava latið lív, eru 35 útlendingar, men enn er einki sum bendir á, at nakrir norðurlendingar eru millum tey, sum hava latið lív.
Myndugleikarnir høvdu ávarað
Enn hevur eingin tikið ábyrgdina av yvirgangsatsóknini á Sri Lanka í morgun, men nógv bendir á, at talan er um víðgongdar muslimar.
Fyri eini viku síðan sendi løgregluovastin á Sri Lanka eina ávaring um, at ætlanir vóru um fleiri yvirgangsatsóknir, ið skuldu raka kirkjur í landinum, og at muslimski yvirgangsfelagsskapurin NTJ stóð aftanfyri.
Dagføring: Danska uttanríkisráðið boðar frá, at møguliga eru danir millum tey raktu av yvirgangatsóknini.