Banna mismuni vegna aldur

Banna mismuni vegna aldur
Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum ætlar at strika fasta fráfaringaraldurin hjá starvsfólki hjá landinum
 
25.04.2019 - 09:41

Heðin Mortensen, landsstýrismaður hevur lurtað eftir Landsfelag Pensjónista, sum fyrr í mánaðinum fýltist á, at hansara lógaruppskot um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum, ger júst tað øvugta fyri pensjónistarnar.

Landsstýrismaðurin hevur nú heitt á Rættarnevndina, sum hevur uppskotið til viðgerðar, um at strika fasta fráfaringaraldurin hjá eldri starvsfólki hjá landinum.

Starvssetanin kann leingjast

Beate Lindenskov Samuelsen, forkvinna í landsfelagnum hjá penjónistunum vísti fyrr í mánaðinum á, at tað ítøkiliga stendur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at tað skal bera til at gera mismun móti fólki, tá tey blíva 67 ár.

Eitt rundskriv hjá tí almenna ásetir annars, at fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum almennum starvsfólki er 70 ár, og at arbeiðsgevarin kann gera av at longja starvsetanina.

Men hetta er ikki nøktandi, vísti Beate Lindenskov Samuelsen á, tí við nýggju lógini, sum altso vigar meira enn eitt rundskriv, stendur beinleiðis í viðmerkingunum, at mismunur skal kunna gerast, tá fólk blíva 67 ár.

Fráfaringaraldurin skal strikast

Nú boðar Heðin Mortensen, landsstýrismaður so frá, at landsstýrið vil hava, at almenni fáfaringaraldurin heilt skal strikast.

- Hetta vil tryggja, at ongi starvsfólk hjá landinum kunnu verða biðin um at fara úr starvi bert vegna aldur, skrivar landsstýrismaðurin.

Hann hevur tí heitt á Rættarnevndina um at broyta uppskotið soleiðis, at aldursmismunur ikki kann gerast.

Rættarnevndin viðger lógaruppskotið

Í gjár vóru Føroya Arbeiðsgevarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið á fundi við nevndina og søgdu sína hugsan um uppskotið.

Yvirskipaða endamálið við uppskotinum er at banna mismuni vegna rasu, húðarlit, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, kynsligan samleika, kynsliga sannføring, aldur, brek ella tjóðskaparligan ella fólkaeyðkenniligan uppruna.

Lógin skal - verður hon samtykt - koma í gildi 1. januar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595