Afturlatna uppboðssølan gav 21,7 milliónir krónur

Afturlatna uppboðssølan gav 21,7 milliónir krónur
Vørn seldi í gjár góð 3000 tons av botnfiski í Barentshavinum ogá Svalbard fyri slakar 22 milliónir krónur.
 
27.04.2019 - 09:21

Landskassin fekk slakar 22 milliónir krónur, tá reiðaríini keyptu rættin at fiska íalt góð 3000 tons av botnfiski í Barentshavinum og við Svalbard á afturlatnari uppboðssølu hjá Vørn í gjár.

Keypararnir vóru somu tríggir aktørar, sum hava fiskað har í nógv ár frammanundan.

Teir eru Partafelagið Enniberg, Partafelagið Akraberg og Partafelagið J. F. K. Trol.

Uppboðssølan varð býtt upp í fleiri partar og fleiri rættindi. 

Hægsta kiloprís fekk Vørn fyri at selja rættin at fiska botnfisk norskum øki av Barentshavinum í eitt ár. J. F. K Trol keypti tey rættindini fyri 8 krónur og 37 oyru.

Lægsti prísur var seks krónur fyri kilo. Tað var prísurin, sum reiðaríini vóru sinnað at rinda rætturin at fiska botnfisk í Barentshavinum í ávíkavist trý ár og átta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817