Avlýsa gudstænastur sunnudagin

Avlýsa gudstænastur sunnudagin
Gudstænastur verða ikki hildnar í romverk-katólskum kirkjum í Sri Lanka sunnudagin, sum ætlað, sigur talsmaður fyri srilankiska kardinalin
 
02.05.2019 - 19:54

Fyrradagin varð annars boðað frá, at fyrsta gudstænasta, síðani islamskir stríðsmenn framdu yvirgangsatsóknirnar móti kirkjum og gistingarhúsum í Sri Lanka páskadag, verður nú sunnudagin.

Men í morgun komu kontraboð, eftir at fregnatænastan hevði fingið upplýsingar um, at tvær yvirgangsatsóknir helst verða framdar móti kirkjum sunnudagin. Tí er avgerð tikin um at avlýsa gudstænasturnar. 

Buddistar í Sri Lanka stúra eisini fyri álopum frá islamistum, og fáar vitjanir hava verið í templum síðani yvirgangsatsóknirnar, skrivar tíðindastovan AP.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342