- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ rennur undan

AB tók ímóti oddaliðnum, KÍ, á Argjum í dag, og tað vísti seg at vera stórur munur á toppinum og botninum. KÍ vann heili 4-0.
KÍ hevði undan dystinum vunnið 5 dystir á rað, og teir megnaðu at halda fram við góðu gongdini í dag.
Víkingur vann á Skála
Bæði Skála og Víkingur hava fingið eina góða byrjan upp á landskappingina, og tí varð lagt upp til ein spennandi dyst, tá liðini møttust í dag.
Víkingur vann 2-3, eftir at hálvleikstøðan var 0-1 til Víking.
HB setti hol á málskjótingina
EB/Streymur skuldi royna at lyfta seg, eftir tapið fyri ÍF í farnu viku, men hetta eydnaðist teimum ikki, tá teir fingu vitjan av HB.
HB vann ein tryggan 0-4 sigur.
NSÍ vann í Trongivági
TB hevur verið sterkt á heimavølli í ár, men tað var lítið um teir í dag, tá teir tóku í móti NSÍ.
NSÍ vann ein sannførandi 0-3 sigur.
B36 vann á ÍF
B36 fekk vitjan av ÍF, sum í síðsta umfari vann sín fyrsta sigur í landskappingi.
Tað eydnaðist tó ikki ÍF at vinna, tí B36 vann dystin 3-0.
AB-KÍ 0-4 (0-1)
| 34 min | Boris Dosljak | 0-1 |
| 47 min | Patrik Johannesen | 0-2 |
| 49 min | Patrik Johannesen | 0-3 |
| 90 min | Steinbjørn Olsen | 0-4 |
Skála-Víkingur 2-3 (0-1)
| 43 min | Heðin Hansen | 0-1 |
| 52 min | Teitur Reinert Joensen | 1-1 |
| 60 min | Heðin Hansen | 1-2 |
| 63 min | Dion Splidt | 1-3 |
| 90 min | Ronni Møller Iversen | 2-3 |
EB/Streymur-HB 0-3 (0-0)
| 62 min | Adrian Justinussen | 0-1 |
| 68 min | Sjálvmál | 0-2 |
| 83 min | Símun Samuelsen | 0-3 |
TB-NSÍ 0-3 (0-2)
| 27 min | Petur Knudsen (br.) | 0-1 |
| 35 min | Klæmint Andrasson Olsen | 0-2 |
| 56 min | Klæmint Andrasson Olsen | 0-2 |
B36-ÍF 3-0 (1-0)
| 25 min | Lukas Cieslewicz | 1-0 |
| 59 min | Lukas Cieslewicz | 2-0 |
| 90 min | Michal Przybylski | 3-0 |
Stigatalvan:
| 1. KÍ | 20 stig |
| 2. NSÍ | 16 stig |
| 3. Víkingur | 16 stig |
| 4. Skála | 15 stig |
| 5. B36 | 15 stig |
| 6. HB | 12 stig |
| 7. TB | 8 stig |
| 8. EB/Streymur | 6 stig |
| 9. ÍF | 4 stig |
| 10. AB | 3 stig |





















