Løkke fríggjar yvirum miðjuna

bannari
Løkke fríggjar yvirum miðjuna
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, broytir hugsan - bara ein dag undan Fólkatingsvalinum
 
04.06.2019 - 14:20

Fremsta mál hjá Løkke er nú at skipa stjórn tvørturum miðjuna í donskum politikki. 

Hann sigur, at um Vinstri fær eitt gott val í morgin, fer hann at brúka alla sína orku og royndir at kanna, hvussu hann kann skipa eina stjórn við ábyrgdarfullum og royndum flokkum á miðjuni, - tí tað er brúk fyri tí.

Spurdur, hví hann vrakar ætlanina at skipa stjórn saman við Liberal Alliance og Konservativu, svarar hann, at soleiðis sum valstríðið hevur verið, er hetta ikki longur ein loysn, skrivar Berlingske.

Ætlar sær at halda fram

Løkke vil tó ikki siga neyvt, hvørjar flokkar á miðjuni, hann dyrgir eftir. Men samstarvið skal grundast á avgjørdan veðurlagspolitikk og vælferð, leggur hann dent á.

Higartil hevur Løkke sagt, at hann fer á val við tí í hyggju at halda fram við núverðandi stjórn, sum er Liberal Alliance, Konservativu og Vinstri. 

Løkke segði tíðliga í valstríðnum, at hann er opin fyri, at Vinstri og Sosialdemokratarnir skulu skipa stjórn, sum annan prioritet. Men tað fekk blandaða móttøku, og Sosialdemokratarnir vístu uppskotinum frá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809