Kanska neyðugt við sparingum

Kanska neyðugt við sparingum
Vilja kommunurnar í Suðuroynni ikki gjalda tað, sum eldraøkið í oynni kostar, mugu sparingar fyri fleiri milliónir krónur gerast
 
06.06.2019 - 14:29

Eingin ivi er um, at tann sparingin hevur við sær skerdar tænastur. Eldraøkið kostar, sambært fíggjarætlanini fyri Bú- og heimatænastuna, beint yvir 55 milliónir krónur í ár.

Vágs býráð viðgjørdi fíggjarætlanina herfyri og samtykti hana. Allar sjey kommunurnar í Suðuroynni skulu viðgera uppskotið um fíggjarætlan hjá Bú- og heimatænastuni fyri hálvan juni.

Royndarskipanin fyri eldraøkið í Suðuroynni, sum landsstýrið lovaði suðuroyingum fyrst í apríl, kom ikki aftur úr nevnd, áðrenn løgtingið fór í summarfrí.

 >> SÍ EISINI Fund í dag um tilboðið uttan pengar og heimild

Sambært skipanini skuldi Bú- og heimatæstan fáa 3,5 milliónir krónur í ár og 4,5 milliónir krónur næsta ár fyri at átaka sær at røkja nakrar uppgávur fyri Almannaverkið.

Bú- og heimatænastan skuldi taka avgerð um at veita dagtilhald, dagtilboð, ergoterapi, fysioterapi, fyribyrgjandi venjing, mattænastu, umlætting, koyritænastu og vegleiðing til fólk, yngri enn 67 ár, sum hava varandi sjúku, seinheilaskaða ella alkoholdemens.

Bú- og heimatænastan hevur frammanundan hesi tilboð til fólk, sum eru 67 ár og eldri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615