Kæra avgerð hjá kommununi

Kæra avgerð hjá kommununi
Teir tríggir bóndirnir á Sandi, sum ætlaðu at byggja eitt nýtt, stórt felagsfjós, hava kært avgerðina hjá Sands kommunu, at nokta teimum byggiloyvi
 
07.06.2019 - 08:56

Kæran er send Kærustovninum og Kærunevndini í lendismálum, sum í fyrstu atløgu hevur sent kæruna til ummælis hjá Sands kommunu. Tað váttar borgarstjórin, Brandur Sandoy. 

Ein meiriluti í bygdaráðnum atkvøddi fyrr í ár ímóti at geva prinsipielt byggiloyvi til nýggja fjósið á Sandi. Borgarstjórin, sum vanliga umboðar meirilutan í bygdaráðnum, var ikki partur av meirilutanum.  

 >> SÍ EISINI Sleppa ikki at byggja nýtt fjós

Økið er lagt út til landbúnað í byggisamtyktini, tveir virkisbygningar eru longu á økinum, men bygginevndin hjá Sands kommunu metti millum annað, at fjósið fór at liggja ov tætt landsvegnum, ánni oman á sandin og sethúsum á Sandi.

Tí atkvøddi ein meiriluti á bygdaráðsfundi 8. mai ímóti at geva byggiloyvi til nýggja fjósið.

Málið er viðkvæmt, tí Poul Klementsen, bygdaráðslimur og bóndi, er vanliga partur av meirilutanum í bygdaráðnum, men atkvøddi ímóti at geva byggiloyvi til nýggja fjósið.

Teir tríggir, sum hava kært, eru Ottar Hentze, Eynar Martin Kjærbo og Jógvan Olsen. Ætlanin er, at byggja nýtt stórt felagsfjós til umleið 60 mjólkineyt við stórrakstrafyrimunum, har ætlanin eisini er at hava nakað av ferðavinnuvirksemi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590