Fara kanska víðari við málinum

Fara kanska víðari við málinum
Seinasta orðið í málinum um stjórasetaninar á sjúkrahúsunum er helst ikki sagt enn
 
13.06.2019 - 12:30

– Verður setanartilgongdin í sambandi við stjórasetaninar á sjúkrahúsunum ikki tikin aftur, fara vit víðari við málinum, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Fundur var millum fakfeløgini, høvuðssamstarvsnevndina og leiðsluna í Heilsu og Innlendismálaráðnum í gjár. Fakfeløgini kærdu 7. juni setanartilgongdina til Innlendismálaráðið.

Sambært 11 fakfeløgum við limum á sjúkrahúsunum hevur ráðið:

"Til síðissett galdandi reglur fyri skipan av setanarnevnd, og hevur sett eina setanartnevnd har hvørki starvsfólk ella álitisfólk eru umboðaði. Hendan avgerð bleiv tikin í Heilsu- og innlendismálaráðnum, sjálvt um álitisfólk í høvuðssamstarvsnevndini vendu sær til Heilsu- og innlendismálaráðið áðrenn setanarnevndin og setanartilgongdin bleiv sett í verk" skrivaðu fakfeløgini millum annað í kæruni.

Eingin niðurstøða gjørd enn

Sambært Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, var eingin niðurstøða gjørd á fundinum í gjár. Fakfeløgini hava tó fingið lovað, at ráðið vendir aftur við einum svarskrivi skjótt.

Sambært Óluvu í Gong, krevja fakfeløgini nú sum áður, at setanartilgongdin skal ganga um, og at sáttmálar og setanarpolitikkur landsins verður fylgdur.

Tað er eingin ivi um, at feløgini fakfeløgini fara víðari við málinum, um krøvini ikki verða tikin til eftirtektar í Heilsu og Innlendismálaráðnum, sambært forkvinnuni.

Landsstýriskvinnan og aðalstjórin fáorðaðar

Sambært landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Sirið Stenberg, so er setanartilgongdin hesaferð tann sama, sum áður hevur verið brúkt.

Hon vil tó ikki úttala seg um málið og vísir í tekstboðum til aðalstjóran hjá sær, Turid Arge. Men Turid Arge hevur ongar viðmerkingar og svarar - eisini í tekstboðum - at arbeitt verður við málinum.

Hvørki Óluva í Gong ella Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, ið er eitt av teimum 12 fakfeløgunum, vilja siga, hvat tað merkir, at tey fara víðari við málinum, um tey ikki fáa viðhald í kæru sínari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096