Gull til Føroyar í skjóting

bannari
Gull til Føroyar í skjóting
Tórur Fløtt og Marius F. Joensen vunnu gull í liðkappingini í skeet-skjóting
Fegnir gullvinnarar eftir liðkappingina
Mynd: Solby Christiansdóttir  
 
07.07.2019 - 12:38

Føroyar hava fingið sítt annað gullmerki á Oyggjaleikunum. 

Tað vóru teir báðir Tórur Fløtt og Marius F. Joensen, ið skutu sigurin heim í liðkappingini í skeet.

Umstøðurnar vóru truplar - vindur og turbulensur gjørdu um seg, og ilt var at meta um, hvussu leirdúgvurnar ferðaðust - men kortini stóðu teir báðir føroysku skjúttarnir seg væl. 

Teir vóru tíggju stig fremst, tá síðsta umfar byrjaði, og teir varðveittu konsentratiónina og leiðsluna, og tryggjaðu sær og Føroyum gullheiðursmerkið.

Marius F. Joensen rakti 86 dúgvur, meðan Tórur Fløtt skjeyt 87. Tær 173 dúgvurnar vóru 12 fleiri enn Áland og 14 fleir enn Gotland á ávíkavist 2. og 3. plássi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025