Gull til Súsonnu Skylv Sørensen

bannari
Gull til Súsonnu Skylv Sørensen
Fyrsta føroyska heiðursmerkið á hesum oyggjaleikunum er úr gulli, og tað eigur Súsanna Skylv Sørensen, sum var einaráðandi í triatlon
Súsanna Skylv Sørensen hevur vunnið gull í triatlon á oyggjaleikunum 2019
Mynd: Símun Christian Olsen  
 
07.07.2019 - 10:30

Súsanna Skylv Sørensen lat ongan iva vera um, hvør er besta kvinna í triatlon á Oyggjaleikunum 2019. Hon vann sannførandi á øllum hinum og kom fyrst á mál eftir at hava gjøgnumført allar tríggjar greinarnar, sum eru í triatlon.

Harvið er fyrsta heiðursmerkið hjá Føroyum veruleiki, og vit byrja heilt haruppi við gullinum.

Vann við tveimum minuttum

Súsanna var nummar tvey eftir svimjingina, men tá hon setti seg á súkkluna, tók hon veruliga dik á seg og legði seg á odda. Hon var framvegis fremst, tá tær fóru at renna, og tá økti Súsanna bara spakuliga men vissuliga um sín oddasess og kom á mál meira umleið tveir minuttir framman fyri Megan Chapple úr Guernsey, sum bleiv nummar tvey.

Í kvinnukappingini í triatlon svimja tær 1.500 metrar, súkkla 40 kilometrar og renna 10 kilometrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858