Sonja Jógvasdóttir gevst í politikki

bannari
Sonja Jógvasdóttir gevst í politikki
Sonja Jógvansdóttir boðar í kvøld frá, at hon ikki stillar upp til komandi løgtingsval
 
12.07.2019 - 19:58

Sonja Jógvansdóttir skrivar á Facebook-vanga sínum í kvøld:

– Politikkarar fáa fjórða hvørt ár møguleika at endurskoða og umhugsa okkara støð. Eg havi brúkt seinastu tíðina at hugsa meg væl um, og eri komin til ta niðurstøðu, at eg ikki stilli upp aftur til løgtingið, nú val verður aftur, skrivar Sonja Jógvansdóttir.

Fyri fýra árum síðan varð Sonja Jógvansdóttir vald á ting fyri Javnaðarflokkin við 1.021 atkvøðum, sum var næst flest á javnaðarlistanum. Bara Aksel V. Johannesen fekk fleiri atkvøður. 

Sonja Jógvansdóttir gjørdist tó skjótt ósamd við Javnaðarflokkin, og hevur verið uttanflokkatingkvinna síðan. Hon avgjørdi tó at fara upp í Tjóðveldi herfyri, men gjørdist tó ikki partur av tingbólkinum. Ætlanin var, at hon skuldi stilla upp til komandi løgtingsval, men tað verður nú av ongum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595