Reiðarin: Skipið blakaði seks tindaskøtur út

Reiðarin: Skipið blakaði seks tindaskøtur út
Línuskipið Stapin var fyrr í vikuni tikið undir Íslandi fyri at blaka fisk út
Sambært Annfinni Olsen hava tindaskøtur einki virði, og tí verða tær vanliga blakaðar út aftur
 
03.08.2019 - 12:40

Línuskipið Stapin varð í vikuni tikin fyri ólógliga útblaking undir Íslandi, skrivar Morgunblaðið.

Stapin fiskaðu 82 fjórðingar úr Vopnafjørði á Eysturlandinum, tá ið íslendska fiskiveiðieftirlitið filmaði Stapan við einari dronu. 

Sambært íslendsku løgregluni sást á upptøkunum, at Stapin blakaði fisk út.

Dronumyndir

Annfinn Olsen, reiðari á Stapanum, sigur við Útvarpið, at skipið varð biðið um at koma á Vopnafjørð, tá teir vóru lidnir at fiska, har myndirnar vóru gjøgnumgingnar á løgreglustøðini.

Sambært Annfinni Olsen sæst á myndunum, at Stapin blakar seks fiskar út. Sambært reiðaranum er talan um tindaskøtur, ið einki virði hava og tí vanliga verða blakaðar útaftur. Sambært reiðaranum vóru tríggjar av teimum livandi og svumu avstað aftur.

Løgreglan gjørdi ikki meira við málið á staðnum og Stapin fór aftur til fiskiskap. Annfinn Olsen hevur ikki hoyrt aftur frá løgregluni og veit tí ikki at siga, um málið fær eitt rættarligt eftirspæl. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576