Vita ikki hvussu nógv serviðgerðin kostaði

Vita ikki hvussu nógv serviðgerðin kostaði
Ikki fyrr enn síðst í hesum árinum fæst at vita, hvussu nógv sjúkraviðgerðin uttanlands kostaði landskassanum í fjør og onnur undanfarin ár
Seinasta rokningin fyri 2017 er ikki komin enn frá Region Hovedstaden
 
08.08.2019 - 12:56

Region Hovedstaden sendi í mai í ár føroyska sjúkrahúsverkinum eina rokning fyri 2016 og 2017.

Rokningin var góðar sjey milliónir krónur. Og Region Hovedstaden hevur boðað frá einari rokning afturat fyri 2017.

Sambært frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um frávik og nýtslu í 2018 brúkti Sjúkrahúsverkið 3,1 millión krónur meira til serviðgerðir uttanlands enn játtað varð í fíggjarlógini, hóast avmarkingar vóru, so pengar vórðu spardir til  sjúklingahotellið í Keymannahavn og á flutningskontuni. 

Mislukkað sparing

Landssjúkrahúsið brúkti 11,1 millión meira enn játtað varð í fjør, hóast tvær eykajáttanir og eitt fíggjarnevndarskjal vóru.

Landssjúkrahúsið hevur eisini roynt at spara. Millum er bíðað nakrar mánaðir við at seta fólk í størv, haðani fólk eru farin.

Ætlanin var eisini at spara olju, men tann ætlanin lukkaðist ikki heilt. Landssjúkrahúsið vónaði at spara góðar fýra milliónir krónur til orku.

Sparingarnar hava ikki eydnast til fulnar. Í ávísum førum hevur heldur ein meirútreiðsla verið til dømis í oljuútreiðslur, tí virksemi er økt oljuprísurin hækkaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815