Sverri vil skriva róðrarsøgu

Sverri vil skriva róðrarsøgu
Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági rør í dag fjórðingsfinalu í HM í ein-mansrógving. Hann hevur í hyggju at skriva føroyska og danska róðrarsøgu
 
28.08.2019 - 10:31

Talan er um heimsmeistarakapping, sum er í Eysturríki í hesum døgum. Kappingin er eisini OL-kvalifikatiónskapping. 25 ára gamli føroyingurin rør fyri Danmark, sum hevur eina stolta siðvenju, tá tað kemur til altjóða rógvikappingar.

Donsk róðrarfólk hava vunnið tilsamans 23 OL-heiðursmerki og 82 HM-heiðursmerki, men enn hevur tað ikki hepnast nøkrum teirra at vinna heiðursmerki í ein-mansrógving, ella singlecullara, sum tað eitur.

Men tað ætlar Sverri Sandberg Nielsen sær. Somuleiðis siga fólk, sum fylgja væl við, at Sverri Sandberg Nielsen er eitt av betri boðunum upp á, hvør kann vinna gull í HM-kappingini. 

Væl fyri í løtuni

Sverri Sandberg Nielsen er væl fyri í løtuni. Fyrr í ár gjørdist hann nummar fýra í EM, hann vann World Cup-kappingina hjá monnum í ein-mansrógving og hevur sum heild víst, at hann telist millum teir skjótastu rógvararnar í sínum flokki.

Við heimasíðuna hjá Danmarks Radio sigur Sverri Sandberg Nielsen, at hann er betri fyri nú enn tá hann vann World Cup-kappingina fyrr í ár.

Men hann minnir samstundis á, at teir, sum hann kappast í móti, eisini kunnu vera betri fyri nú enn fyrr í ár. 

Vann sannførandi sunnudagin

Sverri var sannførandi, tá hann vann innleiðandi róðurin í HM-kappingini sunnudagin. Hann hevði tíðina 07:04:68, var tvær bátslongdir frammanfyri nummar tvey og róði seg soleiðis beinleiðis í fjórðingsfinaluna, sum er í dag klokkan 12:35.

Til ber at fylgja rógvingini hjá Sverra Sandberg Nielsen beinleiðis her.

Heimasíðan hjá Danmars Radio, dr.dk, hevur skrivað eina longri grein um Sverra Sandberg Nielsen, sum sæst her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025