Blóðbað: Hesi eru fallin

bannari
Blóðbað: Hesi eru fallin
Formaðurin í Sjálvstýri, landsstýriskvinnan við almannamálum og tingformaðurin seinastu fýra árini, eru millum tey, sum ikki eru afturvald
 
31.08.2019 - 23:43

Fleiri markant nøvn eru millum tey, sum ikki eru afturvald. 

Nú persónligu atkvøðurnar í Havn eru taldar upp, er greitt, hvør kemur á ting - og ikki minst, hvør ikki kemur á ting. 

Hesi eru fallin í Javnaðarflokkinum. 

Eyðgunn Samuelsen

Kristianna Winther Poulsen

Jónleif Johannesen

Rigmor Dam 

Í sjálvstýri er formaðurin Jógvan Skorheim ikki afturvaldur. 

Í Tjóðveldi er tingformaðurin millum tey, ið ikki rakk á mál.

Páll á Reynatúgvu

Pauli T. Petersen

Óluva Klettskarð

Magni Arge

Framsókn hevur verið umboðað av Poul Michelsen og Honnu Jensen. Poul Michelsen er afturvaldur við einari atkvøðu meira enn Ruth Vang, meðan Hanna Jensen ikki er afturvald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334