Ikki afturvald fáa bíðiløn

bannari
Ikki afturvald fáa bíðiløn
Tey 11, sum ikki vórðu afturvald á løgtingsvalinum 31. august, fáa umleið 40.000 krónur um mánaðin í bíðiløn
 
11.09.2019 - 10:31

Á løgtingsvalinum 31. august vórðu 11 tingfólk ikki afturvald. Tey fáa nú bíðiløn - tað er løn millum fýra og seks mánaðir, alt eftir, hvussu leingi tey hava sitið á tingi.

Bíðilønin verður latin ein mánað fyri hvørt ár, tey hava sitið á tingi, tó í minsta lagi í fýra mánaðar og í mesta lagi seks mánaðir. Hetta er ásett í lógini um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.

Bíðilønin er í dag 40.459 krónur um mánaðin. Av teimum tíggju, sum ikki vórðu vald á løgtingsvalinum 31. august, vóru fimm varafólk í tinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053