– Miða eftir at koma á mál í dag

bannari
– Miða eftir at koma á mál í dag
Í dag fara Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin at tosa um býtið av málsøkjum í nýggju samgonguni
 
11.09.2019 - 08:57

Í gjárkvøldið varð uppskot til samgonguskjal komið undir land, og nú skal samgonguskjalið til umrøðu hjá allari tingmanningini.

– Tingbólkarnir hittast um ein hálvan tíma at tosa um samgonguskjalið og um býtið av málsøkjum, og klokkan 10:30 fara formenninir at tosa um málsøkini, sigur Bárður Nielsen.

Bárður Nielsen, samráðingarleiðari, sigur, at býtið av málsøkjum er ikki umrøtt enn, og roknast kann við, at flokkarnir koma við sínum ynskjum til málsøkir.

– Miðað verður eftir at koma á mál við at skipa samgongu í dag, men tað kann draga út til í morgin, sigur Bárður Nielsen við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775