90 jarðhitahol borað í ár

90 jarðhitahol borað í ár
Partafelagið Jarðhiti hevur borað 90 hol til jarðhita higartil í ár. Í fjør boraði felagið 130 hol
Jarðhiti. Síðani felagið Jarðhiti varð stovnað í 2014, hevur tað borað millum 400 og 500 hol.
 
20.09.2019 - 13:01

Stórur áhugi er fyri at fáa jarðhita.

Partafelagið Jarðhiti hevur borað 90 hol til jarðhita higartil í ár.

Í fjør boraði felagið 130 hol.

Tað upplýsir stjórin í felagnum, Atli Nattestad.

Jarðhiti leitar nú eftir fólki at bora hol til jarðhita, og nakrir fyrispurningar eru komnir. 

Borar fyri øll

P/f Jarðhiti borar fyri øll, sum selja jarðhita í Føroyum.

Atli Nattestad, Demich og Svend Krosstein eiga Jarðhita, ein triðing hvør.

P/f Jarðhiti varð stovnað í 2014.

Tá sethús skulu hava jarðhita, verður eittans hol borað. 

Fleiri hol verða borað, er talan um skúlar ella aðrar bygningar.

Holini eru millum 200 og 240 metrar djúp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655