– Tey ungu skulu takast í álvara

– Tey ungu skulu takast í álvara
Tað sigur Bill Justinussen, úr New York, har Greta Thunberg í vikuni talaði til heimsins leiðarar
 
29.09.2019 - 15:05

Svenska gentan, Greta Thunberg, tók øll á bóli, tá hon í vikuni helt eina dundurtalu um veðurlagsbroytingarnar á veðurlagsráðstevnuni hjá ST í New York.

Ymiskt er, hvussu røðan var móttikin kring heimin, og 16 ára gamla gentan hevur fingið ymisk skoðsmál, síðani hon helt røðuna. Bill Justinussen, løgtingsmaður er eisini á aðalfundinum hjá ST.

Hann sigur við Kringvarpið, at tað er ongin ivi um, at tey ungu hava eina sterka rødd, og politikarar eru samdir um, at tey ungu skulu takast í álvara og skulu hava ein tíðandi leiklut í framtíðarpolitikki.

Veðurlagsfrágreiðingin løgd fram á aðalfundinum

– Samanumtikið umboðar Greta Thunberg eitt ættarlið, sum fortelur politikkarum at tað er neyðugt at taka veðurlagsbroytingar í størri álvara enn áður og eg haldi avgjørt at tað eru nógvir politikkarar sum taka tann boðskapin til sín og lurta eftir hvat serfrøðingar siga um hetta.

Veðurlagsfrágreiðingin fyri 2019, sum varð løgd fram til ST-aðalfundin, er skrivað av 100 granskarum úr 36 londum og er grundað á úrslit frá 7.000 vísindaligum kanningum.

Tí ber illa til at síggja burtur frá hesum avbjóðingunum, sum liggja í veðurlagsbroytingunum. Greta Thunberg hevur megnað at varpa eitt ógvuliga kraftmikið ljós á júst hetta, sigur Bill Justinussen úr New York.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531