Støðugt fleiri fáa familjuískoyti

Støðugt fleiri fáa familjuískoyti
Brúk er fyri fleiri pengum til at hjálpa barnafamiljum, sum hava lítlar inntøkur, og ikki eiga nakað av týdningi
Síðani januar 2017 hava støðugt fleiri fingið familjuískoyti
 
01.10.2019 - 07:43

Í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum kom í løgtingið í gjár, eru 2,8 milliónir krónur til familjuískoyti.

Lógin um familjuískoyti er broytt tvær ferðir í ár. Fyrru ferð var í januar. Tann broytingin varð mett at kosta tvær milliónir krónur, og tær vórðu settar í fíggjarlógina fyri 2019.

Seinna broytingin kom 1. mai. Hon kostar tríggjar milliónir krónur, men teir pengarnir eru ikki játtaðir. Framrokningar vísa nú, at neyðugt er at hækka játtanina til familjuískoyti 2,8 milliónir krónur, sigur landsstýrið.

391 fingu ískoyti í 2018

Síðani januar 2017 hava støðugt fleiri fingið familjuískoyti. Í juni í ár fingu 331 fólk familjuískoyti. 230 teirra fingu hækkaða útgjaldið, tí inntøkan var so lítil. 

Bæði stakir uppihaldarar og pør við børnum fáa familjuískoyti. 

Hjá teimum við lægstu inntøkunum hækkaði familjuískoytið í vár 2.000 krónur um mánaðin, so familjur við einum barni nú kunnu fáa upp í 4.000 krónur um mánaðin skattafríar. 

Fyri hvørt barnið aftrat tí fyrsta hækkar familjuískoytið 500 krónur um mánaðin. Í fjør fingu 391 familjuískoyti. Í 2017 var talið 365, og tað var 319 í 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040