Eitt nýtt verk hevði verið bíligari

Eitt nýtt verk hevði verið bíligari
Landsverk rindaði 24 milliónir krónur fyri Asfaltverkið á Sundi, sum var nógv meira enn verkið var vert
Eitt spildurnýtt asfaltverk hevði kostað sjey milliónir krónur minni enn niðurslitna verkið á Sundi, sum í dag ikki kann brúkast
 
25.10.2019 - 07:55

Eitt spildurnýtt verk hevði kostað sjey milliónir krónur minni enn niðurslitna verkið á Sundi, sum í dag ikki kann brúkast. Ein orsøk til meirkostnaðin var at sleppa av við ein kappingarneyta, sambært stjóranum á Landsverki.

Men sambært Sigurdi Lamhauge, stjóra á Landsverk, tryggjaði Landsverk sær ikki í keypssáttmálanum, at gomlu eigararnir ikki bara kundu lata eitt nýtt verk upp seinni, og aftur fara í kapping við Landsverk.

 >> SÍ EISINI Asfaltverkið á Sundi stongt eina ferð fyri allar

Tað segði stjórin á Landsverki í Degi & Viku í gjárkvøldið. Síðan keypið hevur Landsverk brúkt meira enn átta milliónir krónur til umvælingar av nú stongda asfaltverkinum,

Í dag stendur verkið sostatt í umleið 34 milliónum krónum, ella tvífalt tað, sum eitt nýtt hevði kostað. Beinta Løwe, løgtingskvinna, hevur sett ein fyrispurning á tingi um málið, men hann er ikki svaraður enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Sunnudag 5. apríl
Gudstænasta í Glyrva kirkju
206625
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Gudstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597