Stóratjørn bíðar

Stóratjørn bíðar
Avgerðin um arkitektakapping um Stórutjørn er ikki tikin enn
Ætlanin er at hava bústaðir, stórhøll og lætta vinnu við Stórutjørn
 
31.10.2019 - 09:55

Tórshavnar býráð skuldi avgreiða málið í gjár, men tað varð ikki avgreitt, tí tilmælið frá Fíggjarnevndini hjá býráðnum er ikki komið.

Fíggjarnevndin skuldi skriva tilmælið í gjár, men málið varð útsett. Ætlanin er at hava bústaðir, stórhøll og lætta vinnu við Stórutjørn í Hoyvíkshaganum.

 >> SÍ EISINI Best egnað til býarvøkstur

Tekniski stjórin og leiðarin á Býarskipanardeildini hjá Tórshavnar kommunu mæla til, at økið við Stórutjørn verður boðið út sum arkitektakapping.

Mælt verður eisini til at játta eina millión krónur til vinnarar, dómsnevnd og til uttanhýsis ráðgeving í sambandi við kappingina.

Kommunan skal møguliga eisini keypa góð hugskot, sum koma. Hetta er uppskotið, sum Fíggjarnevndin skuldi avgreiða í gjár. Men tað varð útsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730