Nógv brenna heldur pappírsavfallið

Nógv brenna heldur pappírsavfallið
Hóast tað kostar tríggjar ferðir so nógv at fáa papp og pappír brent sum at lata tað til endurnýtslu, lata nógv virki pappið og pappírið brenna
Kommunala brennistøðin í Havn kannaði í summar, hvussu nógv papp og pappír var í bingjunum við burturkasti
 
08.11.2019 - 07:45

Kommunala brennistøðin í Havn kannaði í summar, hvussu nógv papp og pappír var í bingjunum við burturkasti frá vinnuni.

Úrslitið er, at millum 25 og 30 prosent í bingjunum við burturkasti, sum fer í ovnin, eru papp og pappír.

Papp og pappír til endurvinning kostar 320 krónur fyri tonsið. Tað kostar 1.000 krónur fyri tonsið at brenna papp og pappír. 

Brennistøðin undir stórum trýsti

Kommunala brennistøðin vísir tí á, at tað er ein fíggjarligur vinningur hjá fyritøkum at lata papp og pappír til endurnýtslu.

Papp og pappír fylla sera nógv í ovninum. Og brennistøðin er undir sera stórum trýsti, sigur Brennistøðin.

Ovnurin brennur alt samdøgrið. 1. september í ár hevði ovnurin brent 5.463 tímar av 5.832 møguligum tímum, svarandi til 93 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809