Fegnast um frítíðarkort

Fegnast um frítíðarkort
Fólkaheilsuráðið fegnast um frítíðarkortini, nakrar kommunur lata sínum ungu borgarum. Nú skal skattaspurningurin kannast, sigur landsstýrismaðurin
 
09.11.2019 - 13:01

At øll børn og ung fáa javnbjóðis fyritreytir at taka lut í frítðiðarvirksemi og gerast partur av einum sterkum, sosialum og sunnum felagsskapi, er heilt avgerandi í sambandi við fyribyrgjandi arbeiði fólkaheilsuni at frama".

Tað sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Hann vónar, at fleiri kommunur fara at gera sum tey í Runavík og á Nesi.

Virðiskortið, sum kommunurnar bjóða sínum borgarum, ið eru millum 6 og 18 ár, er eitt frítíðarkort, sum er 2000 krónur vert. Víst verður á, at royndirnar við líknandi skipan í Ísland tykjast vera sera góðar.

TAKS: Upphæddin er skattskyldug

Fólkaheilsuráðið sigur, at hetta tiltakið eisini er í samsvari ABC-verkætlanina fyri sálarliga heilsu, sum arbeitt hevur verið við seinastu árini.

Tó er okkurt, sum bendir á, at virðiskortið er skattskyldugt hjá tí, sum fær ágóðan av tí. Tað hevur Runavíkar Kommuna fingið at vita frá TAKS.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum tí hevur spurt landsstýrismannin í fíggjarmálum um málið.

Landsstýrismaðurin: Málið skal viðgerast í næstum

Djóni Nolsøe Joensen spyr, um ætlanin er at broyta skattalógina soleiðis, at virðiskort fyri ítróttar-, mentanar- og frítíðarvirksemi verða javnsett við onnur undantøk í lógini, sum til dømis hækkaðan barnafrádrátt og lækkað ansingargjøld.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur í stuttari viðmerking við útvarpið, at Fíggjarmálaráðið í næstum fer at viðgera málið um frítíðarkortini og skattin.

Spurningurin, um tey skulu gjalda skatt av virðiskortunum, verður ikki aktuellur fyri tey flestu, tí tey hava longu, sum er, ein botnfrádrátt í skattinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096